Byggiteknisk ráðgeving

Bygningsfysikkur og orkusparing


Grønu húsini

Tað slepst ikki uttanum. Eisini vit føroyingar mugu hugsa longur enn bara um dagin í dag. Vit mugu hugsa um framtíðina eisini, og tað er av fleiri orsøkum. 

Umleið 40% av allari orkunýtslu í Evropa fer til at hita hús og bygningar. Hetta er helst tað økið, sum einsamalt munar allarmest, um vit seta okkum fyri at broyta núverandi ovurstóru orkunýtslu.

Co2 útlát og veðurlagsbroytingar hava vit øll hoyrt um leingi, men tað eru eisini búskaparlig atlit, sum tala fyri, at vit áttu at broytt mátan, vit vanliga projektera og byggja hús og bygningar. 

Tað er sera umráðandi at byrja rætt, tá farið verður undir at byggja nýtt og/ella dagføra bygningar. Um lopið verður um fakliga projektering, og byrjað verður at byggja sum vanligt, bara við meira bjálving og við hitapumpu ístaðin fyri oljufýring, kanst tú sum frá líður koma illa fyri av projektinum. Tá kanst tú enda við einum kostnaðarmiklum húsi, sum als ikki er so bíligt at eiga og reka sum væntað.

Hesi húsini kunnu ikki síggjast sum ein íløga í egnan bústað, men sum ein útreiðsla, ið bara verður dýrari og dýrari at reka og røkja, og sum missir virði fyri hvørt ár, meðan lágorkuhúsini verða alt fleiri í tali.

 

Hóast tú væntar at verða búgvandi á sama stað restina av lívinum, gloym so ikki, at eisini tú eldist, og at ymiskar hendingar kunnu gera, at tørvurin knappliga broytist so mikið, at tú mást selja húsini aftur.

So, hóast tú kanska ikki hugsar um CO2 útlát ella aðra dálking, hevur tú altíð eina fíggjarliga orsøk til at hugsa langskygt og byggja framtíðartryggjað hús.

Tíverri er veruleikin ofta tann, at hetta fyrsta stigið við fakligari ráðgeving verður lopið um og bygt verður við vanahugsan ístaðin.

Avleiðingina síggja vit so nøkur ár aftaná. Húsini eru dýr at halda heit, og livitíðin á klædningi, vindeygum, hurðum og taki er munandi styttri enn væntað.

Tað er als ikki óvanligt at síggja, at eftir bert fáum árum mugu fólk broyta og umvæla ymiskt, og enntá  klæða grundina o.l. Hevði alt hetta verið talt saman við byggikostnaðinum, hevði myndin av kostnaðinum jú sæð munandi øðrvísi út.

Bíligasta kilowattið ...

Tey eru óteljandi, sum hava skift oljufýringina út við hitapumpu uttan fyrst at fyrireika sjálvt húsið, so tað hóskar til hitapumpu.

Hitapumpan gevur bíligastu kilowattini, tá hitin í skipanini er so lágur sum gjørligt, men við at seta eina hitapumpu upp í húsum, sum eru ótøtt og illa bjálvað, so má hitapumpan framleiða líka heitt vatn sum oljufýringin skuldi fyri at klára at halda húsini heit, og tað megnar hon ikki altíð. Úrslitið er tá ofta, at hitin sum restar í, verður framleiddur við einari innbygdari elpatrón í hitapumpuni. Tá er als ikki talan um nakra sparing yvirhøvur – tvørturímóti. Tað kostar umleið kr. 1,89 at framleiða eitt kilowatt við el-patrón, meðan tað kostar umleið kr. 1,00 at framleiða sama kilowatt við oljufýring.

Verða húsini fyrst fyrireikað til hitapumpuna, m.a. við at fylgja tilmælunum í húsakanningum okkara um bjálving, tetting og endurnýtslu, kunnu somu kilowatt framleiðast við hitapumpuni fyri einans umleið kr. 0,50 pr. kilowatt.

Tey allarbíligastu kilowattini eru tó tey, sum tú sparir við at minka um sjálvan orkutørvin til upphitingina av húsinum.

 

Heildarveiting til rætta orkuloysn. 

Fylg stigunum og kom rætt frá byrjan við byggiprojektinum – tað er júst hetta, vit í RenoVent hava servitan at ráðgeva um.
Trýst á knøttin niðanfyri fyri at heinta faldara um evnið.

 


Hava tygum brúk fyri ráðgeving, eru tygum vælkomin at senda ein fyrispurning her, ella ringja á tel 661100.


 






Sørvágs skúli

Ársins grøni stovnur 2012
Í síni grundgeving vísir dómsnevndin m.a. á:
... Sjóhitin frá Reno-Vent og bjálvingarátøk eru
høvuðsorsøkirnar til virðislønina.
... Reno-Vent hevur projekterað og veitt Sjóhitan
og roknað út tilmælið til bjálvingarátakið. 



Jens Pauli
Er útbúgvin bygningsfysikari
Jens Pauli Dahl hevur sum tann einasti í landinum higartil,  lokið útbúgvingina "Bygningsfysiker uddannelsen".

Ì tíðindaskrivið verður m.a. sagt:
"Byggeriet kan spare milliarder på færre fejl og mangler. En af nøglerne er, 
at de projekterende og projektlederne på en byggesag har den nødvendige, tværfaglige viden om byggeriets enkelte fagområder. Nu er de her. Det 
første hold eksaminerede bygningsfysikere fra Byggecentrums Bygningsfysikuddannelse er sprunget ud."
19.08.2014

Handverkarar Handverkarar RenoVent er ein fyritøka, ið loysir størri og smærri HVS uppgávur, og vit arbeiða um alt landið. Vegna økt virksemi hava

Tíðindasavn